Elsebeth fekk meira stemmur enn allur Tjóðveldisflokkurin tilsamans, Tjóðveldi fekk bert 272 stemmur og merkisverk var at Beinta Løwe fekk bert 71 stemmur.
Annars gekk Fólkaflokkurin stórt aftur heili 12,6 prosent í Klaksvík, frá 51 prosentum til 38,4 prosent og tað er sera stór afturgongd.
Vit á News.fo og Norðoyaportalinum eru sera glað at Elsebeth Mercedis gjørdist stóri sigursharrin her norðuri. Hon var ein av teimum heilt fáu, sum brúkti News.fo og Norðoya Portalin í valstríðnum og tað skal hon hava takk fyri, men tað loysti seg, tí hon gjørdist sigursharrin.
Stórt tillukku Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
SáH