Tað eydnaðist nevnliga Elsu Joensen at vinna bilin. Seðilin hevði hon keypt á veitsluni og hennara nummar kom upp úr posanum og sostatt vann hon bilin, sum hevði eitt virði uppá 206.350,00 kr.
Frøðin var sera stór í høllini, tí allar kvinnurnar hjá KÍ reisti seg upp og øll byrjaðu at rópa KÍ, tí Elsa er jú tann trúðfastasti fjepparin hjá KÍ kvinnunum og tí var tað sera heppið, at tað júst gjørdist hon, sum vann bilin. Tillukku Elsa, tað hevði tú sanniliga uppiborið.
SáH