Bert nakrir minuttir. áðrenn, helt formaðurin í Elding Klaksvík eina røðu fyri starvsfólkunum og segði hann, at hesin dagurin fóru tey seint at gloyma og væntandi hann, at tey fóru at sláa met bæði viðvíkjandi sølu og fólkum.
Jógvan Skorheim helt eina stutta røðu, har hann bjóðaði Elding vælkomnan og vónandi at fleiri handlar fóru at fylgja í fótasporinum hjá Elding við teirra snotuligu hølum og síðani klipti hann snórin og bjóðaði øllum inn.
Tað gingu bara nakrir fáir minuttir, so var handilin stúgvandi fullur av fólki. Eg ætlaði mær at keypa mær ein frystiboks og hevði slett ikki tonkt meg nóg væl um, tí eg kundi verið fyrsti kundin, tí eg stóð innanfyri og tók myndir, men eg fór runt handilin og tá ið eg so skuldi keypa frystiboksina, so mátti man standa í einari langari kø, men vit hugnaði okkum í køini og aftaná ein hálvan tíma varð mítt tørn og eg fekk tær vørurnar eg vildi hava.
Norðoya Portalurin ynskir Elding tillukku við spildurnýggja handilinum og vónandi gongst tykkum væl.
Her myndir frá ídag og fleiri myndir eru á myndaportalinum, klikk her "Elrisin Elding latið upp í Klaksvík"
SáH