NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ellisheimið á Sýnini 50 ár

3/7/2022

Comments

 
Picture
Leygardagin var hátíðarhald í Miðvági, hetta í sambandi við at Ellisheiminum á Sýnini fyllir 50 ár.

Eisini Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður var boðin við at hátíðarhalda dagin og bar hann í hesum sambandi fram røðu.

Vit ynskja búfólkum, avvarðandi og starvsfólkini hjartaliga til lukku við 50 ára føðingardegnum og blíðan byr frameftir.

Røðan kann lesast niðanfyri:

Góðu tit øll
Dagurin í dag er ein hendinga dagur, bæði fyri Miðvág, Vágarnar og allar Føroyar. Vit eru savnaði fyri at hátíðarhalda 50 ára dagin hjá Ellisheiminum á Sýnini í Miðvági. Eg takki fyri, at vera boðin vera við her í dag.

2. juli í 1972 stóð Ellisheimið á klárt at taka í nýtslu. J. P. Gregoriussen hevði lagt enn eina av sínum mongu arkitektonisku perlum afturat sínum lívsverki. Eitt satt prýði fyri Miðvág og eitt nýbrot fyri eldraøkið og røktina.

Nógv vatn er runnið í ánna síðani kommunurnar í Vágum afturi í krígsárunum byrjaðu at tosa um at fáa betri kor fyri tey eldru. Síðst í 50’unum tók hetta meira skap og var tað serliga Sofía Højgaard Ellefsen, sum tá gekk undan. Eftir, at hon doyr, er tað Høgni Poulsen, prestur, ið tekur yvir og seinast í 60’unum verður stýrið skipað, mannað av umboðum úr kommunum og kirkjuráðum.

Við støði í tekningum frá J. P. Gregoriussen byrjar byggingin í 1969. Eftir tátíðar leisti er talan um eitt stórt, gott og nútímans Ellis og røktarheimið í Vágunum við plássi fyri 35 búfólkum og við Helenu Joensen, sum leiðara. Tað var Jákup Joensen próstur, sum vígdi heimið.

Hesi 50 árini, síðan fyrsti búfólkini fluttu inn í ellisheiminum, hevur menningin hevur verið stór - bæði í samfelagnum sum heild, og í mun til umstøður á eldraøkinum.

Tá Ellis og røktarheimið í Vágunum fylti 35 ár í 2007, varð stig tikið til at finna heiminum eitt nýtt navn. Í navna kapping var tað navnið Ellisheiminum á Sýnini, sum vann og var tað Lydia Laksafoss sum átti uppskotið.

Kostnaðurin fyri byggingina lá ímillum 4 og 4,5 milliónir krónur, so tað vóru onnur tøl enn tey vit kenna frá dagsins samfelagi. Tá var skipanin av eldraøkinum eisini ein onnur og tað sama við fíggingarháttinum, har kommunurnar átóku sær 15 %, meðan staturin stóð fyri teimum 85 %.

Tey flestu minnast umrøðuna í fjølmiðlunum um, at heimið var í so sera ringum standi. Spurnartekin varð sett við, og hetta við góðari grund, um hetta nú var virðiligt fyri okkara eldru borgarar.

Í dag kunnu vit staðfesta, at her er ómetaliga nógv hent til at betra um viðurskiftini. Vit hava aftur eitt heim, sum er sera prýðiligt og sum aftur verður umtalað sum stórt, gott og nútímans. Og tað samstundis við virðing fyri upprunanum.

Heimið er umvælt uttan, og innan er tann parturin, ið húsar eldra røktina somuleiðis dagførdur, við nýggjum deildum og kømrum. Í kjallaranum er komið kapell. Eisini er fingið til vega umklæðingarrúm til starvsfólkini og vaskirúm til vaskifólkini. Víðari verður arbeitt við ætlanini um at fáa bygt eitt økið til terapi og ítriv, eins og úti øki skal gerast fyri búfólkini. Tað sum tá er eftir at gera, er tilbygningurin, har fyrisitingin heldur til og er hetta nakað, sum verður raðfest í seinni dagføring.

Frá 1. januar 2015 yvirtóku kommunurnar við lóg ábyrgdina av millum annað heimatænastu og eldrarøkt. Og síðani hevur verið ein rúkandi menning av hesum økinum her vesturi.

Sama ár varð dagtilboðið fyri brúkarar, sum búgva heima, skipað bein við síðuna av ellisheiminum, í Ivanshúsi. Her er møguleiki hjá teimum eldru at hittast til m.a. ítriv. Hetta er skipað sum partur av heimatænastan í Vágum, kallað Vesturvón.

Vesturvón heldur til her á heiminum á Sýnini og er endamálið at veita borgarum við tørvi á hjálp, eina samskipaða heildartænastu. Talan er um at samskipa tænasturnar heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð í einum heildartilboði undir slagorðinum “heilsurøkt alt lívið”.

At samstarvið so fekk navni Vesturvón gevur eina greiða ábending um, at vit eru stødd her vesturi. Uppkallað eftir skipinum, sum øll árini í vinnu, syrgdi fyri at fiskur varð borðin niðan á ellisheimið.

Tykkum starvsfólkum, fari eg at takka fyri, at tit hvønn dag gera tykkara til, at okkara eldru eiga eitt virðiligt og gott lívskvøld og trívast í hesum góðu og heimligu umstøðunum her á Sýnini. Tit hava ein týðandi leiklut bæði fyri búfólkini, tey avvarðandi og samfelagið sum heild, og tað eri eg takksamur fyri.

Eg fari við hesum fáu orðum at ynskja øllum sum her búgva, avvarðandi, starvsfólkini og tykkum øllum í Vágoynni hjartaliga til lukku við 50 ára føðingardegnum og ynskja øllum ein blíðan byr frameftir.

At enda fari eg at loyvi mær at lesa fyrst ørindi av vøkru yrkingini hjá Hans Andrias Djurhuus: “Hetta landið er mítt”:

“Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
sum tað liggur í havi so fagurt og frítt.
Her er heimið hjá mær,
her er heimið hjá tær
– og tað sigur við teg:
“Tú skalt minnast meg altíð, um allan tín veg.”

Takk fyri!
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður

Almannamálaráðið

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.