
Nýggi leiðarin í Blákolluni byrjaði í starvinum um mánaðarskiftið, og í dag, tá ið borgarstjórin var á jólavitjan á stovninum, nýtti hann eisini høvið at ynskja Elini vælkomnari og til lukku við starvinum.
Elin Mikkelsen er úr Syðrugøtu og útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur áður virkað sum leiðari fyri dagrøktina í Klaksvíkar kommunu, í Gøtu kommunu og síðani í samanløgdu Eysturkommunu. Seinastu tvey árini hevur Elin starvast sum námsfrøðingur í vøggustovu á dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv, og nú hevur hon tikið við sum leiðari í Blákolluni í Klaksvík.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna 07.12.2015