Stórur eldur var boðaður frá kl. 20.00 í gjárskvøldið og sløkkiliðið var skjót á staðið og tað tók 1½ tíma at sløkkja eldin, men roykurin vildu ikki ordiliga geva seg yvir-
Undirritaði koyrdi forbí klokkan seks ímorgun, tá sæst enn roykir á endanum á takinum og tá kom Sløkkiliðsovastin Finn Hansen og ein Løgreglukvinna á staðið fyri at kannað royking og tá sæst at eldur var komin í aftur.
Finn Hansen og Løgreglukvinnan vóru skjótt og fóru í holt við at sløkkja eldin við pulvursløkkjara og høggijarni og tey fingu tamarhald á eldinum, men tað var ikki ordiliga sløkt, so Sløkkiliðsbilurin bleiv boðsendir aftur og hann kom á staðið hálvan tíma seinni.
Kl. 07.15 vóru tey enn í holt við at tryggja húsini og tá sæst, at nú var sløkt.
SáH