
Endamálið er, at tíðindasavnið og sendingarnar, sum liggja á heimasíðuni, framhaldandi skulu verða tøkar hjá øllum. Harumframt verður síðan ein tíðindaportalur við regluligum tíðindum.
Ætlanin er at allar meiningar skulu sleppa fram at. Tað fer eisini at verða møguligt at gera viðmerkingar til greinar.
Framleiðsla av av greinum um aktuel mál og tíðindi eru eisini ein partur av ætlanini. Fólk ynskja stuttar greinar.
Heimstaðurin er í Eysturoy. Men R7.fo verður fyri allar Føroyar, tó at vit ivaleyst fara at hava fleiri tíðindi úr Eysturoy enn aðrir miðlar.
Byrja verður mánadagin 22 august. Møguliga í smáum, men 1 september skal helst verða full ferð á.
Eivind Jacobsen & Petur Jacobsen