Og hetta er av sonnum eitt G!-barn. Rósa hevur seinastu árini havt ábyrgdina av innskrivingini á G! og hevði verið til arbeiðis til klokkan fýra í morgun, táið vatnið fór, umleið kl hálvgum fimm.
Hon og Jonathan fóru so til Havnar á föðideildina. Um níggjutíðina byrjaðu verkirnir og umleið klokkan ellivu átti Rósa eina vælskapta dóttir.
Rósa er dóttir ein av núverandi hövuðsfyriskiparunum á G!, Kristfríð Tyril. Pápin er Marni Tyril, sum hevur havt ein týðandi leiklut at skapa alt G!-konseptið síðani byrjan, harímillum hevur hann sniðgivið G!-búmerkið og lagt lunnar undir grafiska samleikan.
Marni og bróðurin Jón Tyril valdu at takka fyri seg seinasta ár, men Rósa og Kristfríð hava báðar havt týðandi leiklutir framvegis.
Vit ynskja lítlu dóttrini vælkomnari og Rósu og Jonathan tillukku. G!-hópurin gjördist sostatt eina eina mammu og eina ommu ríkari í dag. Og Marni og Jón kunnu kalla seg ávikavist abbi og abbaba eftir hetta.
Og sólin skínur í Syðrugötu nú.
Kelda: gfestival.fo
SáH