NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eitt nýtt kapittul í føroyskari heilsugransking

8/6/2022

Comments

 
Picture
​Á nýggjárinum er ætlanin at skipa eina nýggja heilsugranskingareind, so at føroyska heilsugranskingin verður savnað á einum stað, og grundarlagið undir henni verður munandi styrkt. Landsstýrismaðurin hevur stórar væntanir, nú heilsugranskingin verður tryggjað góðar karmar og umstøður

Tað er ynski hjá landsstýrismanninum, at heilsugranskingin í Føroyum verður savnað og lyft upp á eitt enn hægri støði, enn hon er í dag.

Alt á einum stað

Við granskingareindini verður øll heilsugransking í Føroyum savnað á einum stað, har umstøður eru at fáa eitt granskingarumhvørvi, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir, og á tann hátt fáa sínámillum samstarv og samvirkan. Eisini verður syrgt fyri best møguligum umstøðum til bæði ta praktisku granskingina og tann fyrisitingarliga og umsitingarliga partin av henni. Í granskingareindini skal vera pláss fyri 25 granskarum.

At skipa eina granskingareind undir Sjúkrahúsverkinum, er í samsvari við ætlanina um Fólkaheilsustýrið í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur umboðandi Heilsumálaráðið og leiðslurnar fyri avvarðandi stovnar, har heilsuvísindaliga granskingin fer fram í dag, hevur handað landsstýrismanninum eitt tilmæli um, hvussu Heilsugranskingareindin innan Sjúkrahúsverkið verður skipað.

Í løtuni fer heilsuvísindalig gransking í Føroyum fram í Sjúkrahúsverkinum, á Ílegusavninum, í Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, í Fólkaheilsuráðnum og á Fróðskaparsetur Føroya. Tá ið nýggja Fólkaheilsustýrið fer til verka 1. januar 2023, verður neyðugt at skipa heilsugranskingina á annan hátt. Fólkaheilsustýrið verður nevniliga ein myndugleikastovnur, og ætlanin er ikki, at tann heilsuvísindaliga granskingin, sum fer fram í dag, skal húsast í Fólkaheilsustýrinum.

Universitetssjúkrahús

Tá heilsugranskingareindin er farin at virka, og granskingargongdin er komin í eina trygga legu, verður farið undir at kanna, hvussu føroyska Sjúrkrahúsverkið kann skipast sum eitt universitetssjúkrahús.

Eitt universitetssjúkrahús er eitt sjúkrahús, sum umframt tað vanliga virksemið, ið er at viðgera sjúklingar, eisini fremur gransking og tekur sær av útbúgving av heilsustarvsfólki, eitt nú læknum og sjúkrasystrum, í tøttum samstarvi við eitt ella fleiri universitet. Eitt universitetssjúkrahús hevur eisini ta fakligu viðurkenning, sum krevst, til at starvsfólk og granskarar kunnu vinna sær akademisk heiti við sínum virksemi har.

Stórar væntanir

Landsstýrismaðurin hevur stórar væntanir um framstig í føroyskari heilsugransking, nú útlit eru fyri einum uppaftur betri skipaðum og savnaðum granskingarumhvørvi, við útliti fyri eisini at fáa eitt føroyskt universitetssjúkrahús sum viðspælara.

Føroyar eru eitt lítið land, men kortini eru vit longu rættiliga frammarlaga í heilsugransking, eisini tá tað ræður um krevjandi læknavísindaliga gransking á høgum stigi. Vit hava rokkið týðandi granskingarúrslitum í altjóða mátistokki, og vit eiga fleiri altjóða viðurkendar granskarar á heilsuøkinum. Útgangsstøðið er gott, og tá vit nú fáa savnað alla heilsugranskingina á einum stað, og fáa skapt henni eitt vælsmurt undirstøðukervi, so bæði vóni og vænti eg, at enn meira ferð kemur á føroysku heilsugranskingina – tað er eisini yvirskipaða meiningin við heilsugranskingareindini.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Landsstýrismaðurin fegnast um tilmælið og heldur, at tað við hesum verður settur sjøtul á eitt nýtt kapittul í føroyskari heilsugransking.

Heilsamálaráðið

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.