Tvey punkt vóru á skránni, fyrsta var at geva Jan Gardar loyvið at taka sætið í Býráðnum fyri Eyðstein Poulsen. Næsta punkt var samanleggjing av Klaksvíkar Kommunu og Húsa Kommunu og triðja punkt var tikið aftur og koyrt í Teknisku Nevnd, sostatt bert tvey punkt.
Sólarn Isaksen aftur Klaksvíkingur
Tað sum hevði mestan áhuga, var samleggingin av Klaksvíkar Kommunu og Húsa Kommunu. Nakrir Býráðspolitikkara tóku orðið á fundinum og allir vóru teir Ja-ligur at leggja saman við Húsa Kommunu og ynsku teir allir Húsafólki og Syrðadalsfólki vælkomin í Klaksvíkar Kommunu.
Samanlegging verður endalig 1. januar 2017 og tá er so øll Kalsoyggin og Klaksvík ein kommuna.
Sólarn Isaksen og borgmeistarin Jógvan Skorheim vóru glaðir aftaná fundin og nú kann Sólarn Isaksen endiliga aftur kallað seg Klaksvíking.
SáH