Hendan útgávan er ein blanding av 4 oloroso sherry tunnum, tveimum 250 liturs og tveimum 90 liturs tunnum. Fløskan er tappað við fullari fatstyrki á 56.5% og tað eru gjørdar 1198 fløskur.
Eisini hesuferð eru skoðsmálini góð frá Jim Murray, rithøvundur av The Whisky Bible, sum gevur henni 91 stig út av 100. Millum annað sigur hann: ”Just as batch 5, this exudes quality throughout. No off notes, no raving imbalances. For it´s age… this remains a remarkably good whisky”.
Officiellu smakksnoturnar til batch 6 eru hesar:
Litur: Russet Muscat
Nose: Green apples, dark chocolate, cinnamon, pineapple and raw marzipan.
Taste: Chocolate chip cookie dough, pears, salted caramel, English winegums and butterscotch
Finish: Orange zest, cut grass, raisins and liquorice root
Batch 6 fæst til keyps í rúsunum kring landið, í Duty Free á flogvøllinum og umborð á Norrönu, fríggjamorgunin 17. desember kl 10.
Føroya Bjór