NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Ein vitjan verd ídag, Norðoya Portalurin var á gátt ímorgun!!!

3/9/2016

Comments

 
Billede
​Ídag er altjóða dagur í Klaksvík. Norðoya Portalurin var og vitjaði í morgun og vóru útlendingarnir sera blíðir, har teir vísti teirra land fram og eisini fekk man ábit við øllum góðum, so tað er bara at fara niðan í Skúlatrøð.

Klokkan 16.30 spælir Danny and the Veetos og tiltakið endar kl. 17.00.

Skráin stendur longur niðri og hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu um tiltakið "International day":

Kom og uppliv ymsu mentanirnar í Klaksvík á “International Day”
Altjóða dagurin ella “International Day” verður nú aftur í Klaksvík leygardagin 3. september, har møguleiki verður at síggja, smakka og uppliva ymiskleikan millum fólkið, sum býr í Klaksvík – kom og smakka matin, síggj dans, framførslur og andlitsmáling og uppliv hesar áhugaverdu borgararnar í Klaksvíkar kommuna. Alt er sjálvandi ókeypis.

Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu er nú vertur fyri altjóða degnum "International Day" annað árið á rað. Dagurin verður hildin í miðhøllini á Skúlatrøð komandi leygardag 3. september frá kl. 11 til 17.

Frá ymsum etniskum rættum til Danny and the Veetos
Altjóða dagurin varpar ljós á ymiskleikan, sum er millum fólkið, ið býr í Klaksvík. Hetta við at bjóða øllum at royna ymiskar etniskar rættir úr Argentina, Bangladesh, India, Indonesia, Póllandi, Filipsoyggjunum, Thailandi, and Uruguai, og at uppliva fólk frá ymisku londunum sýna fram hvør sína tjóðarframførslu. 
Í ár verður lokala mentanin eisini sett í fokus við framførslum frá Rana Nolsøe, Danny and the Veetos og Rasmus og Huldan. Eisini verður list hjá Archibald Black sýnd fram.
Alt er ókeypis.

Klaksvík fagnar ymsu mentanunum í býnum
- Við altjóða degnum verður dentur lagdur á eitt av málunum, sum lagt var fram í integratiónspolitikkinum hjá Klaksvíkar kommuni síðsta ár, nevniliga "samfelag", sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í integratiónsnevndini.
- Av tí at Klaksvík er ein býur, sum rúmar ymiskum mentanum, kann býurin fagna hesum ymisku mentanunum í býnum og eggja til, at ymisku samfelagsbólkarnir samskifta, hava við hvønn annan at gera og halda samband sínamillum, stendur í integratiónsálitinum hjá Klaksvíkar kommunu. 

Ein gyltur møguleiki at uppliva ymsu mentanirnar
-Ein avgerandi liður í integratión er, at bæði lokal fólk og tilflytarar í samfelagnum koma saman. Við altjóða degnum verður hetta framt í verki, tá øll koma saman at læra um mentanir hjá hvørjum øðrum gjøgnum list, mat, tónleik og framførslur.
-Hetta er ein gyltur møguleiki at leggja fram ríku søgurnar handan hesar ymisku mentanirnar, sum eru í Klaksvík, sigur Kinga Eysturland, limur í integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu.
Í integratiónsnevndini sita Jógvan Skorheim, formaður, Gunvá við Keldu, Kinga Eysturland, Jean Guðjónsson, Rainer Latupeirissa, Sadiqull Patawary, og Catherine Steinberg. 

Tiltakið er stuðlað av Klaksvíkar Kommunu, Eik, Fonn Flog, Inn, KBI, Kjølbro Heilsøla, and Norðoya Sparikassa. 

Skráin
11.00 - Dyrnar lata upp
11.15/11.20 / Jógvan Skorheim bjóðar vælkomin
11.25-11.30 - Kinga Eysturland limur í integratiónsnevndini heldur røðu 
12.00 - Møguleiki at royna matin / Útlendingastovan / Andlitsmáling / Listaframsýning 
14.30 - Framførsla av dansi úr Argentina og Kolumbia 
14.40 - Framførsla úr Filipsoyggjunum 
15.30 - Rani Nolsøe syngur og spælir
15.50 – Rasmus og Huldan framføra 
16.00 – Sangur framførdur úr Pollandi
16.20 – Sangur framførdur úr Argentina
16.30-40 – Danny and the Veetos 
17.00 Liðugt



Comments
    Picture
    Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag, Klikk her

    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.