Viðkomandi er smittaður í Føroyum. Í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu viðkomandi er blivin smittaður.
448 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 261.984 kanningar.
671 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 667 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru tríggjar persónar smittaðir.
Heilsumálaráðið