![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/corona-2021-1.jpg?1623558058)
Tilburðurin er frá kendari smittukeldu.
1226 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 291.080 kanningar.
755 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 718 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 36 persónar smittaðir við koronu, og 276 fólk eru í sóttarhaldi.
Heilsumálaráðið