![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/corona-virus2020.jpg?1611139943)
Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum í farnu viku.
Í gjár vórðu 714 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 215.607 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 649 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 644 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Heilsumálaráðið