Tann smittaði býr í Føroyum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 969 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 184.931 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 547 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 518 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 29 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið