Viðkomandi var júst afturkomin úr Norðuritalia, tá ið hon fekk sjúkutekin, ið mintu um beinkrím. Hon varð kannað og fekk staðfest COVID-19 tann 5. mars. Hon varð sett í sóttarhald á Hotel Vágum, og heilsustøðan hevur verið góð allatíðina.
10 fólk, sum hon hevði havt samband við, vóru eisini sett í sóttarhald. Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni, og tey eru eisini loyst úr sóttarhaldinum.
Sostatt eru báðir føroyingarnir, ið fingu staðfest smittuna fyri góðum tveimum vikum síðan, staðfestir frískir aftur.
Heilsumálaráðið