Hetta segði dómsnevndin um grundgevingina at geva Edward Fuglø virðislønina:
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2018 verður latin Edwardi Fuglø.
Dugnaligi og virkni listamaðurin verður heiðraður fyri sítt einastandandi verk um søguna um Jesus úr Nasareth, ið hongur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík. “Tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nasareth er eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list (…) Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll”, segði dómsnevndin millum annað í síni grundgeving.
Stórt tillukku Edward Fuglø.
SáH