
Bløðini skrivaðu púra vilt um 18 ára Paris, sum um tá mundi varð 13 ára gomul. Men lítið vistu bløðini um, at um sama mundi - hevði ein fremmandur maður gjørt seg inn á hana.
Tá varð Paris í heilum oddaskriftum í bløðum har um leiðir, har óndsinnaðu bløð skrivaðu um hana, tá ið hon royndi at taka lívið av sær sjálvari, orsaka av rúsevnistrupuleikum.
- Eg varð svøk og leið av tannáringa-ótta, ímeðan eg bardist við niðurníving og ótta. Men nú eri eg ein heilt annar persónur, sigur Paris við tíðarriti Rolling Stones.
Men í dag er Paris Jackson ein heilt onnur kvinna. Hon hevur lagt øll rúsevnir á hyllina og livur saman við 26 ára gamla Michael Snoddy, ið er ein trummusláari. Hon hevur kanska fingið dirvi at fortelja sína søgu - eftir at sangstjørnan Lady Gaga fyri kortum fortaldi fyri sama tíðarrit, at eisini hon varð blivin neyðtikin sum heilt ung. Lady Gaga hevur síðan dedikera fleiri sangir til offur og víst á tann stígandi trupuleikan við sexuellum ágangi.
JáH (y) 05.02.2017