
Klaksvíkar Sjúkrahús, har eg fleiri ferðir tosaði við landsstýrismannin í heilsumálum Karsten Hansen og sá alt sera ljósareytt út, inntil
høvuðspressan, sum altíð bara arbeiðir fyri høvuðsstaðin, kom uppí leikin og gjørdi tað, til ein risa trupuleika.
Skal eg siga tað beint út, so hava vit í útjegarnum, alt ov nógvar politikkara, sum als ongir nossir hava, bara høvuðstaðarpressan goyr, ja, so stinga teir hálan ímillum beinini og einki hendir.
Nú hava vit hoyrt um ein yvirlækna í vikuvís ella rættari sagt mánaðarvís, har høvuðsstaðarpressan roynir alt hvat hon kann, at hesin skal vera verandi í starvinum, sum leiðandi yvirlækni í Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum, tí annars dettur allan tann deildin niður.
Trúgv mær, tey vinna heilt sikkurt á Karsten Hansen, men hví skal alt detta niður, tí ein yvirlækni er ónøgdir við onkur viðurskiftir hjá sær ella á sínum stovni. Er okkara Sjúkrahús so lítið vert, at alt hongur á einum manni? men at høvuðsstaðarpressan tosar søk fyri okkara sjúklingar her norðuri, tað kemur ikki uppá tal, men kemur ein lokalpolitikkari í Tórshavn og vil niðurleggja Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús, ja, so fær viðkomandi alt tað pláss hann ella hon kann fáa.
Spennandi at vita, nær okkara sjúklingar fáa Dialysuviðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahús ella um tað enn einaferð eydnast teimum suðuri í Havn at vinna, tí Havnin kemur altíð í fyrsti røð, so fjandast við sjúklingunum har norðuri ella í suðri.
SáH