Áðrenn valið søgdu allir politikkarnir á veljarafundinum í Badmintonhøllini í Klaksvík, eftir fyrispurning frá undirritaða, at dialysuviðgerðin skuldi koma til Klaksvíkar Sjúkrahús. Eftir valið siga teir, at okkara sjúklingar skulu bara klára seg sjálvir og reint út sagt, so skíta teir á sjúklingarnar her norðuri. Tit eru bert ein útreiðsla fyri teirra viðkomandi og tí verður ongin dialysa í nærumhvørvinum. Hetta er bara ikki gott nokk, at siga eitt áðrenn valið og so gera stikk tað mótsatta eftir valið. Tað hevði verið betur, um tit setti sjúklingum í hásæti, tí tað er lívsneyðugt, at vit eisini kunnu geva dialysu her norðuri.
Ein sjúklingur skrivar á Facebook:
Í dag fóru eg og aðrir norðoyingar í ringum veðri til Havnar. Vit høvdu onki val, vit máttu í ta lívsneyðugu dialysuna, sum bara er á Landssjúkrahúsinum.
Dialysuviðgerð er neyðug, tá nýruni ikki rigga. Blóðið verur koyrt ígjøgnum eina maskinu, sum reinsar tað, áðrenn tað fer inn aftur í kroppin. Hjá mær tekur hvør viðgerð 4 tímar, 3 ferðir um vikuna.
Í dag kom ein maður við bili eftir mær og hinum norðoyingum - tað hevur verið hansara arbeiði í nógv ár. Hann kundi ikki avlýsa túrin, eins og Strandferðslan gjørdi fyri dagin í dag og jólaaftan. Dialysuviðgerð er lívsneyðug og kann ikki avlýsast. Vit máttu koma til Havnar - so var støða tikin til um tað var ráðiligt at fara norð, tá viðgerðin var liðug í kvøld. Annars kundu vit gista á Landssjúkrahúsinum, inntil jólaaftansmorgun, ella til tað aftur var ráðiligt at koyra ímillum bygdir.
Var hetta viðgerðartilboðið eisini tøkt í okkara nærumhvørvi, sluppu vit frá at liggja veðurføst jólaaftan í eini sjúkrasong á Landssjúkrahúsinum.
Og hugsi tykkum um veðrið var enn verri enn í dag, og vit als ikki kundu koma til Havnar, til ta viðgerðina, sum heldur okkum á lívi? Tað er hent fyrr.
Tá dialysuviðgerðin var liðug, stóð bilførarin á dialysubussinum klárur at koyra fólk heim aftur Tollaksmessukvøld. Veðrið er ikki tespiligt, men hesum mugu sjúk fólk liva við - fyri at yvirliva. Tað kunnu vera betri loysnir, mynduleikarnir skulu bara vilja tað.
Óskiljandi men satt. Norðoya Portalurin ynskir okkara dialysusjúklingum Gleðilig Jól og vónandi hava okkara fólkavaldu ringan smakk í munninum, tá ið teir eta dunnuna jólaaftan.
Símun á Høvdanum