NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Dialysa í Suðuroy

12/7/2022

Comments

 
Picture
Nýrafelagið heitir staðiliga á avvarandi mynduleikar um at gera nakað munagott fyri at betra umstøðurnar hjá hemodialysusjúklingum í Føroyum. Tað er ikki rímiligt, at hemodialysusjúklingar skulu ferðast langt til lívsneyðugu dialysuviðgerðina, sum tey hava brúk fyri fleiri ferðir um vikuna. Hemodialysuviðgerð má verða tøk á Suðuroyar sjúkrahúsi - og har tað annars er tørvur á tí - sum skjótast.

Nýrafelagið og onnur áhugaði hava í fleiri ár arbeitt við at fáa hemodialysuviðgerð út á smærru sjúkrahúsini, við tí úrsliti at tvær dialysumaskinur vórðu settar inn í tvey privat heim, har dialysusjúklingarnir sjálvir tóku sær av síni egnu viðgerð. Hetta er prógv um, at dialysa væl kann gevast uttanfyri Landssjúkrahúsið.

Vit vilja vísa til tvey brot úr nýggjasta tilmælinum um Sjúkrahúsverk Føroya, sum er frá 2016.
“Læknar við ymiskum førleikum eiga harumframt, í tann mun tað letur seg gera, at flyta millum tey trý sjúkrahúsini við tí endamáli at tryggja, at neyðuga tænastan verður boðin út á staðnum, so sjúklingar sleppa undan at ferðast, men fáa góða skikkaða viðgerð í nærumhvørvinum. Um læknar flyta millum tey trý sjúkrahúsini, kann hetta gera, at teir styrkjast sum ein samlað eind.
Við atliti at tí medisinska økinum vil ein loysn vera, at tað verða sett á stovn specialiserað ambulatoriuvirksemi í Suðuroy og Klaksvík, har medisinskir serlæknar frá Landssjúkrahúsinum ella møguligir konsulentar koma at taka sær av hesum virksemi.”

Brotið úr tilmælinum sigur púra greitt, at her skal sjúklingurin í miðdepilin og Nýrafelagið stuðlar fult út arbeiðinum at etablera hemodialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Nú   eiga avvarandi mynduleikar at taka sær av hesum, og loysa hesa truplu støðuna beinanvegin. Støðan sum hon er nú, er als ikki haldfør. Hesir sjúklingar, sum talan er um, kunnu fáa eitt nógv betri og virðiligari lív, um bara vilji er til at etablera eina dialysu í Suðuroy. 

Vegna Nýrafelagið

Jórun C. Høgnesen
Sigrið Mikkjalsdóttir
Henrik Thøgersen
Louis Juliusson

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.