Sambært fráboðaranum hevur tann deyði persónurin ligið har longi.
Sum umstøðurnar eru í sambandið við tann funna persónin, ber ikki til at eyðmerkja hann.
Arbeiðið hjá politinum er nú at fáa greiðu á umstøðunum á staðnum, og at staðfesta, hvør tann deyði er.
Politiið kann í løtuni ikki siga nakað nærri um málið og væntar ikki at hava nakað nýtt í málinum komandi dagarnar.
Kontaktpersónur: Politikommissær Heri Andreassen, mobil tlf. 289866