Hesar flytingar ímillum bankan og Trump hava eisini týdning um málið, sum ivaleyst er líka stórt sum Watergate skandalan.
Leygardagin í farnu viku kom Forsetin at skrivað á Twitter, at hann varð noyddur at geva Michael Flynn eina uppsøgn, tí at hann hevði ikki sagt sannleikan fyri Varaforsetan og FBI. Og tað hevur skapt miklan trupuleika fyri tað Hvíta Húsið - tí um Donald J. Trump visti av hesum, so hevur hann eisini vitað áðrenn kanningin fór í gongd, at Flynn hevur logið fyri fjøldini, sum uppaftur kann geva Forsetanum enn fleiri trupuleikar.
Men í tí Hvíta Húsinum, siga tey, at tað varð sakførarin hjá Trump sum skrivaði boðskapin á Twitter og sostatt ikki Forsetin sjálvur. Og hetta er ikki fallið í góða jørð hjá tí amerikonsku pressuni.
JáH (y) 06.12.2017