
Umráðandi er at fólk eru ansin og taka fyrilit. Veðrið er sera óstøðugt kring alt landið í løtuni, og hetta økir vandan fyri fleiri lopum komandi tímarnar.
Dagføring kl 14:00: Skalvalop í Norðuroyggjum
Í samband við skalvalopini er tilbúgvingin og politiið byrjað at flyta fólk burtur úr økinum Undir Brúnni, Undir Klakki, og Undir Hálsi í Klaksvík.
Eisini verður farið á eystaru síðu til gøturnar Millum Hjalla, Undir Grashjalla, Helnaskákið, Helnabrekku, Kjalarveg, Kráargøtu, Geilina at flyta fólk burtur.
Badmintonhøllin og KÍ-høllin eru savningarstøð.
Víst verður annars til klaksvik.fo
Føroya Politi