Her í Norðoyggjum hevur alment skrásetta smittutalið seinastu tríggjar dagarnar verið íalt 39, sum er væl hægri enn dagarnar frammanundan. Eitt nú hevur smittan rakt 1. flokkar á Skúlatrøð, sum eisini eru partur av frítíðarskúlanum Snjallabjalla. Eisini hava smittutilburðir rakt onkrar stovur á dagstovnum.
Hetta merkir í fleiri førum, at neyðugt er, at fleiri lata seg kanna. Í hvørjum einstøkum førum koma hesi boðini frá avvarðandi stovnsleiðara. Hetta kann tykjast ørkymlandi og møtimikið, men tað er samstundis soleiðis, at vit fáa best tamarhald á støðuni sambært heilsufakligu ráðgevingini, sum vit eru í dagligum samskifti við. Eru broytingar í tilmælum landsmyndugleikans, so fylgir kommunan hesum.
Tá ið smittutilburðir íkoma, verður í fyrsta umfari handlað lokalt í hvørjum einstøkum føri í samráð við Landslæknan. Her hava bæði starvsfólk, foreldur og børn stóra tøkk uppiborna fyri teirra innsats, soleiðis at henda herviliga smitta er hildin niðri í mest møguligan mun.
Nú tað nærkast jólum, er vónin, at umstøður verða hjá hvørjum einstøkum av okkum til at fáa eina hugnaliga jólahøgtíð.
Klaksvíkar Kommuna