![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/cop26-b-r-ur-mette-mute.jpg?1636345255)
”Okkara mál er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30 prosent í 2030 í mun til 2010. Skulu vit røkka hesum máli, krevur tað umleið eina helvtarminking í mun til útlátið, sum tað var í 2020,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Fyrrapartin mánadagin var tíðindafundur á COP26, har løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin tóku lut. Á tíðindafundinum gjørdi løgmaður greitt, at Føroyar taka veðurlagsbroytingarnar í størsta álvara, og at landsstýrið í næstum fer at leggja sín orku- og veðurlagspolitikk fram.
![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/cop26-kerry.jpg?1636345444)
![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/cop26-ursula-n-tt.jpg?1636345452)
Eftir COP 26 fór løgmaður til Keypmannahavnar, har árligi fundurin í Norðurlandaráðnum var á skrá.
Løgmansskrivstovan