- Tað er deiligt at vera í Føroya. Umsíðir fái eg møguleikan at vitja tykkara vakra land, og eg gleði meg sera nógv til at spæla konsert her, sigur Cliff Richard.
- Fólk kenna nógvar av mínum sangum, og eg haldi, at mann skyldar fólki at spæla kendar sangir á slíkari konsert, so eg ætli mær at spæla nógvar av mínum bestu sangum fyri føroyingum, sigur Cliff Richard.
Cliff Richard hevur verið virkin sum tónleikari síðani 1950’ini, og hann hevur spælt ymisk sløg av tónleiki – popp, rock ’n roll og eisini gospel. Hann ætlar sær at tríva í sangir frá teimum ymsu tíðarskeiðunum.
- Eg havi hoyrt, at føroyingar syngja væl við á konsertum, og tað dámar mær sera væl, sigur Cliff Richard.
Nógvir føroyingar kenna væl gospelsangirnar hjá Cliff Richard, og hóast hann vanliga ikki spælir gospelsangir á slíkum konsertum, ger hann eitt undantak í Føroyum, tí hann hevur fingið áheitan um tað. Sum tað skilst á lagnum, fer Cliff Richard at syngja vakra sangin Millennium Prayer á konsertini á Summar Festivalinum.
Konsertin við Cliff Richard verður á Vágsbøi í Klaksvík hóskvøldið kl 22:00.
Kelda: www.sf.fo
SáH