Fleiri mál eru á skrá. M.a. eitt mál um skoytubreytina, sum skal gerast enn betri.
Skoytubreytin í Klaksvík hevur verið sera væl vitjað, og tí verður mælt til, at umstøðurnar gerast enn betri, so fólk nær og fjar fáa eina góða uppliving, tá vitjað verður á skoytubreytini á biskupstorgi.
Í annaðkvøld skal býráðið m.a. taka støðu til, um hóskandi skúrar skulu byggjast til virksemið kring skoytubreytina.
Nógv skúlabørn og nógvir gestir vitja dagliga skoytubreytina, og tí er eisini tørvur á at seta taskur, skógvar o.a. frá sær meðan skoyta verður.
Mælt verður til, at ein skúrur verður til útleigan av skoytum og ein til umklæðing og goymslu av persónligum lutum. Skoytubreytin væntast at lata upp síðst í november.
Regluligu býráðsfundirnir eru almennir, og til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.
Skráin fyri býráðsfundin sæst her: Býráðsskráin 28. oktober
Klaksvíkar Kommuna