- Síðan Skálin varð bygdur í 1988 hevur hann tænt býnum og lokalsamfelagnum í ríkiligt mát sum dansi- og konsertsalur, veitsluhøli, móttøkuhøll og mangt annað. Tey flestu av okkum munnu eiga upp til fleiri góðar og minniligar løtur í Skálanum, sum hevur savnað høg og lág úr øllum ættum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Klaksvíkar dansifelag eigur og rekur bygningin, sum hevur húsað nærum øllum frá Drotningavitjan til barnalegum, og nú felagið hevur ætlanir um at fremja ymiskar umvælingar og ábøtur, hevur Klaksvíkar býráð samtykt at játta felagnum 500.000 kr. í stuðli til endamálið.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini fegnast um góðu undirtøkuna í býráðnum fyri at stuðla umvælingararbeiðnum.
- Skálin og virksemið, sum hann seinastu 30 árini hevur húsað, hevur ómetaliga stóran týdning fyri býin og kommununa sum heild. Skálin hevur jú í roynd og veru virkað sum mentanarhús, og tí eiga vit sjálvsagt at gera okkara fyri at tryggja, at hetta kann halda fram í nógv, nógv ár afturat, sigur mentanarnevndarforkvinnan.
Málið um stuðul til viðlíkahald av Skálanum varð viðgjørt og einmælt samtykt á býráðsfundinum 3. mai.
JáH (y) 15.05.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna