Kanningin verður gjørd á tann hátt, at mótstøðuførið hjá tveimum brundum úr hvørjum haga verður ílegugreinað. Avtala er gjørd við um 30 fólk um alt landið, sum koma at standa fyri at savna blóðroyndirnar saman. Hesi gera avtalu við ábyrgdarfólk fyri hagarnar hvør í sínum lagi um at gera neyðugu royndirnar. Blóðroyndir og seyður skulu merkjast, soleiðis at til ber at finna brundin aftur, tá greiningin er gjørd. Royndirnar verða síðani sendar rannsóknarstovuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til kanningar.
Í teimum førum, har hagin longu hevur sent blóðroyndir til greiningar, vil Búnaðargrunnurin rinda hesum høgum sama gjaldið, sum tað kemur at kosta Búnaðargrunninum at ílegugreina seyð fyri mótstøðuføri í øðrum høgum.
Úrslitini av greiningunum fyri hesar brundseyðirnar, sum Búnaðargrunnurin kemur at rinda fyri, verða alment atkomulig. Hóast úrslitini ikki verða tøk áðrenn brundarnir verða sleptir í heyst, fer kanningin at geva eina ábending um, hvussu standurin viðvíkjandi mótstøðuføri hjá føroyska seyðinum ímóti ridluskriða í ymsu økjunum í landinum er.
Búnaðargrunnurin