Smittað, ið hava sjúkueyðkenni, verða roknað sum smittufrí og kunnu fara úr sóttarhaldinum, tá sjúkueyðkennini eru burtur. Tó verður mælt til at verða í sóttarhaldi í minst fýra dagar.
Tey, ið eru smittað, men ikki hava sjúkueyðkenni, kunna fara úr sóttarhaldinum fýra dagar eftir at kanningin var positiv.
Tættar kontaktir skulu framvegis í sóttarhald, tó ikki, um tey hava fingið annað og triðja prikið, ella hava fingið staðfest COVID-19 eftir 15. desember 2021. Allar tættar kontaktir eiga at lata seg kanna við PCR kanning triðja dagin eftir at tann smittaði lat seg kanna.
Aðrar kontaktir eiga at lata seg kanna við skundkanning triðja dagin eftir at tann smittaði lat seg kanna. Er skundkanningin positiv, eigur ein at lata seg kanna við PCR kanning. Sóttarhald er ikki neyðugt, men ein eigur at geva sær far um møgulig sjúkueyðkenni og lata seg kanna við PCR um sjúkueyðkenni vísa seg.
Heilsumálaráðið