
Les eisini: Børn og ung framføra skemtileik í Atlantis
Sjónleikurin Oyggin varð áleið 40 minuttir og skjótt gekk tað fyri seg í dialogi, sum børnini sera væl dugdi at framføra.
Her varð talan um skemt í stórum klassa og sigast skal eisini, at tað vóru børnini sjálvi, sum høvdu skrivað leikin og haldi eg, at hesum vóru tey sloppin sera væl burturúr. Leikstjórin Ebba Malena Debess Thomsen hevur gjørt eitt gott arbeiðið fyri hesu børn og er hetta samstundis nakað, sum hon kann vera sera stolt av - nú hon í næstum fer niður at læra meira innan sjónleikara økið. Vit á Klaksvíkar Sjónleikarafelag ynskja henni alt tað besta.
JáH (y) 28.05.2018