Teir landa 100 tons til Kósina í morgun og meginparturin er upsi.
Teir hava 3.000 kassar, men kassarnir í Frankaríki eru minni enn teir vit brúka í Føroyum, tískil er tað 100 tons.
Bressay Bank, sum kemur frá Boulogne Sur Mer hevði gula flaggið á stong og tað merkir at har er ongin smitta umborð.
Landarnir vóru longu komnir og teir byrjaði at landa Bressay Bank nakað aftaná klokkan 06:00 í morgun.
Hetta er eitt sera spennandi átak hjá Kósini, tí hetta er fyrstu ferð at ein franskur trolari landar til virkið og verður hendan royndin væleydna, so er hetta kærkomi í hesum tíðarskeiðunum á árinum, nú teir flestu av partrolarnum fiska gullaks.
Tá ið liðugt er at landa, ferð Bressay Bank aftur til fiskiskap.
SáH
Myndir tiknar í morgun tann 01.06.2020 umleið klokkan 06:00