
Trý høvuðsendamál vóru við broytingunum:
- Búskapargrunnurin skal virka konjunkturjavnandi í mun til inntøkur og útreiðslur landskassans. Hetta verður tryggjað við, at íløguavkast hjá grunninum verður rindað landskassanum, um inntøkulækking er hjá landinum. Tá inntøkuhækking er, verður onki íløguavkast rindað úr grunninum. Eisini verður partar av avlopi landskassans flutt í Búskapargrunnin tá avlop er.
- Búskapargrunnurin skal virka javnandi í mun til sveiggjandi tilfeingisinntøkur. Gerast inntøkur landskassans frá fiski- og alivinnuni størri enn ávíst mark, so verða hesar verandi í grunninum, býttar í sjey eins partar, og rindaðar landskassanum yvir sjey fylgjandi ár í eins stórum pørtum.
- Støðisfæ Búskapargrunsins skal hartil gagnnýtast betur sum partur av kravda gjaldføri landskassans, sum í alt er 15% av BTÚ. Støðisfæ grunsins kann framyvir nýtast til at veita trygd fyri 10% av samlaða ásetta minsta gjaldførinum. Hetta økir møguleikar landskassans at minka skuldina í komandi tíðum.
Búskapargrunnur Føroya skal stuðla undir langtíðarhaldføri í einum sjálvberandi føroyskum búskapi við at virka fyri:
- búskaparligum sjálvbjargni,
- búskaparligum støðufesti/konjunkturjavning og
- samhaldsfesti millum ættarlið.