Tórur venur alt árið á Tórsbreyt summarhálvuna, og trýstøkk er fremsta ítróttargrein hjá Tóri,
- Tórsbreyt bleiv tikin í nýtslu í 2008, og flottu úrslitini hjá Tóri og øðrum prógva, hvussu stóran týdning góðu umstøðurnar hava fyri frælsar ítróttir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Tórur Mortensen leyp 14,39 metrar og var 1,5 metrar framman fyri nærmasta kappingarneytan. Hann er fyrsti føroyingur, sum hevur vunnið DM-gull fyri vaksin.
- Vit kunnu vænta fleiri spennandi úrslit komandi tíðina, eitt nú á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017, sigur Eyðun Jakobsen, formaður í ítróttarfelagnum Hvirlan.
- Eg hoyri, at fleiri onnur eisini kunnu fara at gera vart við seg, og at vónir eru um, at fleiri gomul met verða tikin í ár eitt nú í 100 metrum hjá monnum, so hetta er ordiliga spennandi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
Hvirlan venur alt árið fleiri ferðir um vikuna. Á myndunum síggjast ítróttarfólk hjá Hvirluni, sum øll hava møguleika at koma við til oyggjaleikirnar 2017.
Sjá meira myndir av tí HER
Kelda: Tórshavnar Kommuna 30.03.2016