Bókin kann nú keypast fyri henda prís til týsdagin og eftir týsdagin so fer bókin eitt sindur upp í prísi - tó verður bókin bílig álíkavæl. Bókin er um føroyingar og føroyskt grindadráp - og eisini nemur bókin við hvat fyri felagsskapur Sea Shepherd í veruleikanum er.
Í fyrsta umfari - so fer bókin einans at fáast til keyps sum E-Bók, men væl kann vera - at Øssur Eysturoy eisini fer at prenta hesa bók ordiligt - um nóg nógvar bøkur vera keyptar.
Vit á Norðoya Portali ynskja Øssur Eysturoy hjartaliga tillukku við bókini enn eina ferð og vónandi fer hann at selja nógvar E-bøkur á www.amazon.com (leitiorð: Red Sea Whaling In The Faroe Islands)
JáH (y) 20.09.2015