
Kann borgmeistarin ella umsitingin í Klaksvíkar Kommunu greina útjavningarkonto og skuld og gjaldføri út fyri 2019 og gjaldføri 2020 til 3. kvartal?
Printaði tað út saman við skuldini og eg haldi ikki tað stemmar ordiliga, men kanska eg fari skeivur og tí er tað sera gott, at vit hava eina kommunu sum er opin og leggur alt fram fyri okkum borgarum. Her tvey skjøl frá tykkara heimasíðu um roknskaping 2019.
Skuldin veksur sera nógv, eitt nú langfreistað skuld og stuttfreista skuld, men sær út sum at skuldin gongur niður, tá ið vit hyggja niðast á myndini, hava tit eina forklárin uppá tað?
Klaksvíkar Kommuna hevur tikið lán uppá 14.998 milliónir í 2019 og hvussu nógv lán hevur Klaksvíkar kommuna tikið í lán í 2020?
Nú øll siga at tað gongur sera gott hjá Klaksvíkar Kommunu, er so ætlanin at koyra skattin niður og koyra barnafrádráttin upp?
Men aftur til tølini í roknskapinum 2019, royn og forklára okkum, hvussu vit skulu lesa hesu tølini herundir Jógvan Skorheim?
Símun á Høvdanum