
Hetta er á sama hátt sum hendur í Iran, Irak, Kuwait og Saudia Arabia í dag, har tey lokalu fáa 80 pískasløg, um tey drekka alkohol og vera deyðadømd, um tey hava drúkkið alkohol á fjórða sinni og tey sum koma uttanlanda frá og inn í hesi londini, kunnu gera akkurát tað teimum lystir.
Eisini helt Bjarni Hammer tað vera sera løgið, at útlendingar ikki vera testaði og potaði, nú tey koma í hópatali inn í landi nú mánadagin og so kunnu tey fara runt alt føroya land og smitta okkum føroyingar, men at løgmaður hevur stært seg blindan á skeinkistøðini og matstovurnar.
Annars var hann sannførdur um at hetta uppskotið verður feiða av borðinum.
SáH