
Men Bill Cosby vil nú hava dómaran, Steven O'Neill koyrdan frá - tí Cosby meinar, at dómarin longu hevur valt sær síðu og tískil so verður dømingin hjá honum ikki rættvís. Konan hjá Cosby, Camille hevur sent eitt skriv út til fjølmiðlarnir í Amerika - har hon stuðlar manninum hjá sær.
Rættarsakin byrjar tann 24. september og endar tann 25. september - har endiligur dómur verður feldur á Bill Cosby. Hann er ákærdur fyri í trimum partur, at hava gjørt seg inn á Andrea Constand og kann hvør ákæra geva upp til 10 ára fonsgul. Verður hann dømdur í øllum ákærum - stendur hann til at fáa ein 30 ára fongsulsstraff.
Tað er púra vanligt, at ein gjarna vil hava ein dómara koyrdan frá - men nokkso óvanligt, at slíkt verður gjørt - nú einans tvær vikur eru eftir - til at dómurin skal vera sagdur.
JáH (y) 12.09.2018