Stóra talvborðið í Vágstúni er opið og somuleiðis er Skúlatrøð, Brandstøðin og Klaksvíkar bókasavn. Inni í býráðshúsinum verður eisini skipað fyri rundferð, har møguleiki m.a. verður at síggja flottu listaverkini eftir Fridu Zachariassen ♟🚒👩🎨
Dragin fer at gera smáar túrar á Vágni. Pláss er fyri 30 fólkum hvønn túr, og siglt verður fimm smáar túrar.
Hetta átakið er liður í Virkið Vár, sum hevur til endamál at eggja borgarum at vera virkin, vera saman og at hugsavna seg.
Eisini er endamálið at stuðla undir renningina hjá Treysti. Miðbýurin er bilfríur, og ístaðin fyri at setast aftur av tí orsøk, so verður lagt upp til, at fólk koma oman í býin. Til ber at ganga og súkkla millum ymisku tiltøkini og á tann hátt stuðla teimum, sum hava tilmeldað seg renningina.
Til ber at lesa meir um renningina á treysti.fo 🏃♀️🏃🚶♂️🚶♀️
Klaksvíkar Kommuna