Frá kl. 17.00 verður KFUM & K nýtt sum móttøkustað til tey, sum ikki hava annað stað at fara til í løtuni.
Um tørvur er á gisting í nátt, verða borgarar bidnir um at seta seg í samband við Miðlan, tel. 41 00 00.
Telefonnummarið hjá Miðlan svarar alt døgnið, soleiðis, at borgarar, sum ikki sleppa frá húsum og hava tørv á hjálp frá sløkkiliðnum, kunnu boða frá. Borgarar, sum hava trupulleikar við vatni í kjallarum o.l., skulu somuleiðis venda sær til Miðlan.
Er tørvur kreppuhjálp, verða fólk eisini biðin um at ringja til Miðlan.
Onnur bráðfeingis boð skulu beinast til Politiið á tel. 112.
Klaksvíkar kommuna