
Hyggja vit at gomlu myndini er bakaríið í Horni á høgru síðu, har fyrst Andrias
og seinni sonurin Gunnar í Horni (Samuelsen) bakaðu breyð og køkur. Eisini høvdu
teir kiosk í sunnara enda á ovaru hædd. Niðanfyri bakaríið sæst hjallurin hjá
Tummas Juul Mortensen og húsið mitt fyri í myndini var ein av mongu smiðjunum í
økinum.
JáH (y) 03/03-14 (Kelda: Tórshavnar Kommuna)