NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

BETRI UMSTØÐUR Á HAVNA- OG VINNUØKINUM

1/12/2021

Comments

 
Picture
Í síðstu viku samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2022. Tað sum í høvuðsheitinum myndar fíggjarætlanina eru verkætlanir, sum longu eru í gongd. Býráðið hevur nevnliga eitt ynski um at hesar vera gjørdar lidnar, so tær kunnu koma borgarunum tilgóðar. Á havn- og vinnuøkinum hevur býráðið tó eisini gjørt pláss fyri øðrum spennandi arbeiði, har nevnast kann bátahylur í Árnafirði, bátaøkið á Borðoyarvík, sølutorg og bátafelagshús.

Atli S. Justinussen, formaður í havna- og vinnunevndini, sigur, at tað hevur týdning at halda gongd í góðum verkætlanum, sum t.d. Norðhavnin, sum í framtíðini verður karmur um fleiri vinnuøkir til bæði størri og minni fyritøkur. Ferð skal setast á hetta arbeiðið komandi heyst, og verður tunnilsgrótið úr tunlunum norð um fjall gagnnýtt til endamálið. Seinni verður somuleiðis møguleiki fyri at útbyggja kai síðuna norðureftir.

- Hetta er ein lutfalsliga nýggj verkætlan samanborið við arbeiðið at byggja nýggjan bátahyl í Árnafirði. Eg gleðist serstakliga nógv  um, at vit í komandi ári eisini kunnu fara undir onnur arbeiðið, sum hava ligið alt ov leingi á láni.

- Brimgarðurin í Árnafirði, sum ongantíð er komin á mál, men sum farið varð undir í 70 inum, verður nú endiliga tikið uppaftur. Tunnilsgrótið frá tunlinum norður um fjall er ein týðandi liður í hesum arbeiðinum og skal m.a. brúkast til brimgarðin. Hetta fer uttan iva at gera tað gott fyri bátarnar, sum liggja inni í hylinum, sigur Atli S. Justinussen.

 

Sølutorg og bátafelagshús

Stutt eftir at nýggja býráðið tók við, var farið undir fyrireikingararbeiði at betra umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátapláss í Klaksvík.

Atli S. Justinussen vísti tá m.a. á, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg, eitt alment WC og at betra um umstøðurnar hjá bátaeigarunum við m.a. einum bátafelagshúsi.  Í komandi fíggjarárið verða fyrstu pengarnir settir av til fyrireiking av hesum arbeiðinum. Somuleiðis verður farið undir at reinsa botnin á Vágni, soleiðis at vinnufyritøkur í Klaksvík framhaldandi kunnu bjóða skipum og øðrum vitjandi eina góða tænastu.

- Vit hava í nógv ár erpa okkum av at vera ein fiskivinnuhøvuðstaður. Tað eru vit framvegis errin av, og tí eiga vit áhaldandi at betra umstøðurnar hjá hesari vinnuni. Bæði størri og minni aktørum. Tí hava vit eisini valt at raðfesta eitt øki á góðar 3000 fermetrar sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík, har tað skal bera til at taka bátar upp til umvæling. Og sum nakað heilt nýtt, so er ætlanin eisini at gera eitt vaskipláss til lastbilar í kommununi, sigur Atli S. Justinussen.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.