
Í hesum sambandi vóru børnini, ið koma at umboða Føroyar á ráðstevnuni komandi ár, á vitjan hjá landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fyri at kunna seg um føroysku skipanina og hvussu barnarættindi verða umsitin í Føroyum. Landsstýriskvinnan varðar av Barnarættindasáttmálanum og viðurskiftum annars hjá børnum og ungum í Føroyum. Hon fekk eitt gott prát við hesi fittu og skilagóðu børn, ið settu henni nógvar viðkomandi spurningar. Í tráð við evni á ráðstevnuni var nógv tosað um rættin hjá børnum at verða hoyrd og at sleppa til orðanna í málum, sum børnini eru ein týðandi partur av, m.a. barnaverndarmálum og hjúnarskilnaðarmálum.
Landsstýriskvinnan metir tað at vera av stórum týdningi, at fokus verður sett á rættindi hjá børnum, og at børnini sjálvi eru við í hesum arbeiði. Børn og ung byrja alsamt vaksandi at skipa seg, fyri at gera vart við síni rættindi, og at hesi verða tikin í álvara. Landsstýriskvinnan ynskir børnunum góða eydnu við ráðstevnuni og víðari arbeiðinum, ið ein slík ráðstevna treytar av øllum teimum, ið varða av rættindum hjá børnum og ungum.
Kelda: Amr.fo
SáH