Hóast endalig semja um fíggjarætlanina ikki fyriliggur, hava vit í Fólkaflokkinum fingið semju um, at barnafrádrátturin skal vaksa kr. 1.000 fyri barnið, úr kr. 4.500 upp í kr. 5.500.
Í arbeiðnum hava vit roynt at tálmað raksturin, og verður tað avbjóðandi at arbeiða víðari fyri at fáa fíggjarætlanina fyri 2017 at hanga saman. Endalig viðgerð verður í býráðnum síðst í november.
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráði
Gunvá við Keldu
Eyðstein Ó. Poulsen
Atli S. Justinussen
Herfrí J. Sørensen
Erling Petersen