Sjey av teimum smittaðu eru partur av kendari smittuketu. Ikki er greitt, hvussu tann eini persónurin er blivin smittaður.
1275 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 282.147 kanningar.
739 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 691 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 47 persónar smittaðir við koronu, og 172 fólk eru í sóttarhaldi.
Heilsamálaráðið