
Atlantic Airways fór í 2019 undir at flúgva beinleiðis úr Føroyum til stóra, evropeiska snúningsdepilin, Charles de Gaulle í París. Nú rutuflúgvingin liggur still, er tað eydnast Atlantic Airways at fáa fleiri leigutúrar við útgangsstøði frá franska flogvøllinum🇫🇷
Fyrsti leigutúrurin var frá Charles de Gaulle til Yangon í Myanmar við eini millumlending í Baku í Aserbadjan🛫🛬
Tað var Elinborg við manning, ið fleyg langa teinin til Myanmar, og tey lendu í dag aftur í franska høvuðsstaðnum😍🙌
Myndin er tikin á flogvøllinum í Myanmar📸
Kelda: Atlantic Airways