NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Ársins rósa Aslaug í Norðnástovu

21/12/2016

Comments

 
Billede
Her røðan, sum Jógvan Skorheim helt, tá ið jólaskipið kom til Klaksvíkar.

Hey, øll somul!
Hey, øll børn!!
Nú hava vit verið so spent og hava bíðað leingi eftir jólaaftan, men nú er tað ordiliga stutt til jóla.

Eg minnist, tá ið eg var ein lítil drongur, hvussu spentur eg var til jólaaftan, tí eg visti, at tá fór eg at fáa jólagávurnar frá teimum, sum eru góð við meg.
Tí veit eg eisini, at tit eru øðiliga spentí dag. Jólaskipið við øllum jólamonnunum er komið – so nú kunnu vit øll fara at halda jól :)
Men áðrenn vit fara heimaftur, er tað líka eitt, sum vit mugu gera fyrst – og tað er at geva einum persóni “ársins rósu”.
- - -
Ársins Rósa er ein árlig viðurkenning fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu, og endamálið við henni er at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakaðella stórvegis afturfyri.
- - -
Hetta er fjórða ferðin, at eg skal handa ársins rósu sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og eg má siga, at hetta er ein tann mest positiva uppgávan, ein borgarstjóri kann hava.

Tað var Niclas Heri Jákupsson, sum í 2004 kom við hesum fína hugskoti, og sama ár varð ársins rósa handað fyri fyrstu ferð. Síðan tá hava vit gjørt hetta hvørt ár, so hetta er 13.árið á rað, at Ársins Rósa verður handað í samband við, at Jólaskipið kemur á Klaksvík.
- - -
Vit lesa í jólaevangeliinum, at eingil Harrans stóð fyri hirðunum á markini, og teir blivu bangnir. Men eingilin segði við teir: "Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.”
Sonur Guds var tann einasti sum kundi bjarga mannaættini, og Hann kom niður á jørðina at hjálpa okkum við at geva okkum øllum ein nýggjan kjans, eina nýggja vón og eitt nýtt lív.
Tí hóskar ársins rósa so væl saman við jólunum, tí teir persónar, sum vit heiðra við ársins rósu, teir royna allir at brúka partar av síni tíð til at hjálpa øðrum.
- - -
Eisini er góður siður, at tá ið vit hjálpa onkrum, so skulu vit ikki fortelja fyri øllum um, hvat og hvussu nógv vit hava gjørt. Nei, ella sum tað eisini stendur skrivað, “tá ið tú hjálpir onkrum, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger” – hetta merkir, at helst skal eingin vita av, at tú hevur hjálpt.
Akkurát soleiðis eru nógv fólk her í Føroyum – tey hjálpa ymsum fólkum í tí dagliga, men tey gera tað í tí stilla og uttan at reypa sær av tí. Soleiðis er eisini tann persónurin, sum vit um eina løtu fara at handa ársins rósu.
Hann er ikki kendur fyri tað, sum hann ger, tí hann ger sera lítið burtur úr sær sjálvum við at faraí bløð ella á facebook og har fingið rós fyri sítt arbeiði.
- - -
Men onnur hava lagt hetta hjálpararbeiðið til merkis, tí seinastu árini hava fólk skotið hendan persónin upp at fáa ársins rósu ferð eftir ferð – og aftur í ár hava vit fingið uppskot um hendan persónin. 
Ein skrivar, at hesin persónurin skal hava ársins rósu fyri við síni umsorgan trúliga at tæna sínum bygdarfólki, sum kanska ikki klára seg so væl í tí dagliga og tí hava brúk fyri hjálp.
Hetta hevur persónurin gjørt í nógv ár, uttan at nakar hevur biðið hann gera tað, og uttan at vænta sær nakað afturfyri, also ólønt.
Uppskotsstillari í fjør skrivaði, at hon er ein -tænandi ond- fyri tey eldru í umhvørinum, hon tekur hond um tey, sum ikki hava nakran av sínum í bygdini, hon hevur keypt inn fyri tey, hon hevur koyrt tey til lækna í Klaksvík, eisini tosa teirra søk við teirra avvarandi, ella við lækna, tá tað hevur verið neyðugt –hetta altólønt.
Ein annars uppskotsstillari skrivar soleiðis: “Hon hevur í mong ár gjørt eitt megnar hjálpararbeiði í grannalagnum har norðuri. Hon passar eina gamla konu hvønn dag uttan almenna hjálp. Hon ber henni døgurða, vaskar klæðir og fer til lækna við henni, bæði í Klaksvík og íHavn. Hetta ger hon uttan nakað hóvasták, er eyðmjúk og lítlilátin. Ja ein vøkur fyrimynd fyri tey, sum kenna hana”.
Ein annar skrivar soleiðis: “Eg vil ganga so vítt sum, at tað helst ikki var gjørligt hjá fleiri av teimum at búð í heimbygdini, uttan at hon dugnaði teimum, sum hon ger. Hon hevur sostatt við sínum praktiska kristna lívi longt um tíðina hjá fleiri av okkara eldru borgarum á smáplassi, har tey vegna hennara hjálp hava kunna verið heima í egnum bústaði sum longst”.
Sum tit hoyra, so tosa vit í dag um eina kvinnu her í kommununi, sum ikki býr í Klaksvík. Vit tosa um eina konu í Mikladali, har hon eisini hevur gørt eitt sera stórt arbeiði fyri MSF, Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag, har hon hevur staðið fyri sera mongum tiltøkum.

Góðu tit øll!

ÁRSINS RÓSA 2016 er ASLAUG Í NORÐNÁSTOVU.

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.