NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ársins kærleikskúla hjá Dugna

24/11/2015

Comments

 
Picture

Í morgun var ársins Kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. í ár er tað Astrid Luihn, listakvinna, ið hevur myndprýtt Kærleikskúluna. í sambandi við hátíðarhaldið helt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna røðu, sum kann lesast niðanfyri:

Góðan morgun øll somul,

Fyrst fari eg at takka Dugna fyri, at eg eri boðin við til at siga nøkur orð til hesa hátíðarløtu í Listasavninum, nú Kærleikskúlan 2015 verður avdúkað.

Hetta er sjeynda árið á rað, at Dugna letur úr hondum Kærleikskúluna, og sjeyndu ferð eitt av okkara fremstu listafólkum sniðgevur hesa vøkru glaskúlu. Og sjálvsagt eru vit spent til hesa avdúking og at fáa at vita, hvat listafólk hevur fingið heiðurin at prýða hetta serstaka listaverk, og sleppa at síggja hetta vakra prýði fyri fyrstu ferð.

Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, og ikki tvær kærleikskúlur eru eins, men hvør kúla er yndislig á sín egna hátt – júst sum eitt hvørt menniskja er ymiskt og serstakt.

Hon er viðbrekin, løtt og serstøk - eitt vakurt prýði og ein vælumtókt gáva, sum gevur góða meingin, tí allur søluágóðin fer til mennandi virksemi hjá Dugna.

Á henda hátt stuðlar Kærleikskúlan undir sjálvt grundáskoðanina hjá Dugna, ið viðurkennir ymiskleika og tekur støði í einstaka menniskjanum.

Dugni vil í sínum arbeiði styrkja um arbeiðsførleikar hjá fólki, sum hava skerdar førleikar og hava havt trupult við at fóta sær á arbeiðs­marknaðinum.

Hjá Dugna fært tú møguleika til at royna tíni arbeiðsevni, og at menna tínar persónligu og fakligu førleikar, soleiðis at til ber hjá tær at taka næsta stigi í mun til útbúgving ella arbeiði.

Dugni er sostatt ein týðandi leikari, ið er við til at gera arbeiðsmarknaðin meira fjøltáttaðan og rúmligan.

Greiða málið hjá Dugna er, at øll hava rætt til at vera virkin, um tað so er í útbúgving ella arbeiði: “tí tú ert nakað – og tú kanst nakað”. Og við at menna persónligar og fakligar førleikar, hjálpir Dugni fólki víðari í lívinum.

Árliga Kærleikskúlan er ein kærkomin áminning um, at tað er í lagi, at vit eru ymisk – vit eru øll serstøk – og at rúm skal vera fyri øllum í okkara samfelagi. Á henda hátt er árliga Kærleikskúlan eisini ein rúmlig ímynd av øllum tí virksemi, sum Dugni stendur fyri og átekur sær.

Samstundis sum ársins Kærleikskúla um eina løtu verður avdúkað, fer Ása Olsen, stýrisforkvinna fyri Dugna, eisini at hava eina aðra avdúking.

Tí Dugni hevur nú í fleiri ár, í sambandi við at Kærleikskúlan verður avdúkað, eisini givið fyrstu Kærleikskúluna til ein persón, ein stovn ella eitt átak, sum Dugni hevur valt sum eina virðilig fyrimynd.

Tað eru nógv, sum í tí stilla gera stóran mun. Hesi eiga at fáa viðurkenning og tøkk fyri at ganga undan. Hesi eru ein fyrimynd, sum vit onnur kunnu læra av. Hesa avdúking gleði eg meg eisini til.

Eg fari at enda at takka Dugna fyri tað arbeiðið, sum stovnurin ger fyri at skapa góðar liviumstøður hjá fólki við skerdum vinnuførleika, og fyri við hesum átaki at varpa ljós á hetta týðandi evni.

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen
Landsstýriskvinna í almannamálum

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.